Greinakvørn við 420 cc Loncin motori
Kraftig greinakvørn við 4-takt 420 cc Loncin motori, sum gevur 9 kW. Greinakvørnin hevur bæði el-start og snórastart, útkastrør sum kann snarast, og dráttarstong. Tú kemst lætt og skjótt ígjøgnum rúgvuna av greinum, tí greinakvørnin tekur greinar upp til 120 mm, hevur breiða inntakstrekt (490 x 443 mm) og knívtrumlu við tveimum knívum og føstum mótknívi. Tað gevur javna og góða flís, og við útkastrørinum kanst tú knúsa beint niður í t.d. trailaran ella kompostílatið.
Hóast greinakvørnin vigar 177 kg, er hon løtt at flyta við teimum báðum stóru luftgummihjólunum og dráttarstongini, sum kann festast á t.d. garðtraktorin ella ATV’ina. Motorurin hevur oljualarm, sum sjálvvirkandi steðgar motorinum, um oljustøðan verður ov lág, ella um maskinan stendur ov skeivt. Set tí altíð greinakvørnina á flatt og støðugt undirlag, tá ið hon verður nýtt. Verður latin ósamansett.
Gev gætur: Mint teg at fylla olju á, áðrenn tú byrjar! Maskinan verður latin uttan olju.
Upplýsingar
- Motorur: 4-takt, 420 cc Loncin
- Motororka: 9 kW
- Snúningsferð, motorur: 3.600 rpm
- Snúningsferð, knívtrumla: 2.400 rpm
- Starting: snórastartur og el-startur
- Brennievni: bensin
- Tangi: 6,5 litrar
- Oljuslag: 10W-30 ella SAE30
- Oljunøgd: 1,1 litur
- Mest tvørmát á viði: 120 mm
- Knívar: 2 knívar + 1 mótknívur
- Reimar: 2 stk., 17x1346LI
- Hjól: 16×8.0-7
- Ljóðtrýst: 96 dB(A)
- Ljóðorka: 116 dB(A)
- Mál (uttan dráttarstong): L 2.560 x B 890 x H 1.480 mm
- Vekt: 177 kg
14.019,00 kr.








































Send fyrispurning
Líknandi vørur
Líknandi vørur
Melda til tíðindaskriv
Tekna teg til okkara tíðindaskriv og ver tann fyrsti ið hoyrur um nýggjar vørur, tilboð og annað gott



