SKU: 9069470

Greinakvørn við hydrauliskum inndrátti, 420 cc

Stór bensindrivin greinakvørn við sterkum 4-takt Loncin motori (420 cc) og hydrauliskum inndrátti, sum tekur fatur í viðinum og dregur hann inn í trektina. Tú sleppur undan at standa og trýsta greinar niður í trektina – tað sparir bæði kreftir og tíð. Setir ein grein seg fasta, hevur maskinan revers, so tú lætt fært skumpað hana út aftur.

Ferðin á inndráttarvalsinum kann stillast við einum handtaki á síðuni, og útkastrørið kann snarast, so flísin endar har, tú vilt hava hana. Knívarnir kunnu eisini stillast, so støddin á flísini hóskar til tað, hon skal brúkast til. Við kraftigum rotorvalsi við tindum og 8 knívum í alt tekur greinakvørnin stammur upp til Ø12 cm.

Tøkniligar upplýsingar

  • Motorur: 420 cc, 9 kW, bensin
  • Mesta greinatjúkt: 120 mm
  • 8 knívar: 2 plátuknívar og 6 tríhyrntir knívar
  • Bensintangur: 6,5 litrar
  • Motorolja: 1,1 litur, SAE30 ella 10W-30
  • Hydraulikolja: 4,5 litrar, HVI 46
  • Hjól: 16 × 8.0-7
  • Dráttarstong við kuglukobling til flyting við havatraktara ella ATV

Verður latin ósamansett og uttan olju. Fyll motorolju og hydraulikolju á áðrenn fyrsta start. Les brúkaravegleiðingina áðrenn nýtslu.

Væntað leveringartíð: 14 dagar til 3 vikur.

30.189,00 kr.

Available on back-order

Send fyrispurning

Líknandi vørur

Melda til tíðindaskriv

Tekna teg til okkara tíðindaskriv og ver tann fyrsti ið hoyrur um nýggjar vørur, tilboð og annað gott

Kurvin