Greinakvørn við 196 cc Loncin motori
Sterk og haldgóð greinakvørn við dráttarstong, so hon lætt kann festast aftan í garðtraktor ella ATV (dráttarstongin má ikki nýtast til flutning á almennum vegi). Tú fært eina sterka og álítandi maskinu við 4-takt 196 cc Loncin motori, snórastarti, sentrifugalkoplingi og tveimum kílareimum, sum geva kraftigari drátt, umframt 2 knívum og 1 mótknívi, sum øll kunnu vendast.
Inntakstrektin er 362 x 326 mm og er vinklað soleiðis, at greinar og annað tilfar verða førd niður í maskinuna á lættan og tryggan hátt. Í opinum eru breiðar gummiklaffar í sterkari góðsku, so tú ikki verður raktur av greinum og avskurði, meðan maskinan koyrir. Útkastrørið kann snarast 360°, so flísin endar júst har, tú vilt. Greinakvørnin hevur trygdarboga, sum steðgar maskinuni, um tú kemur at halla teg inn yvir inntakstrektina. Verður latin ósamansett. Mint teg at fylla motorolju á, áðrenn tú byrjar.
Upplýsingar
- Motorur: 4-takt, 196 cc Loncin
- Motororka: 4,1 kW
- Snúningsferð, motorur: 3.600 rpm
- Snúningsferð, knívtrumla: 2.400 rpm
- Starting: snórastartur
- Brennievni: bensin
- Tangi: 3,6 litrar
- Oljuslag: 10W-30 ella SAE30
- Oljunøgd: 0,6 litur
- Mest tvørmát á viði: 100 mm
- Knívar: 2 knívar sum kunnu vendast + 1 mótknívur
- Reimar: 2 stk., 13x860LI
- Hjól: 4.10/3.5-4
- Ljóðtrýst: 92 dB(A)
- Ljóðorka: 112 dB(A)
- Mál (uttan dráttarstong): L 1.170 x B 513 x H 1.105 mm
- Vekt: 93 kg
10.059,00 kr.








































Send fyrispurning
Líknandi vørur
Líknandi vørur
Melda til tíðindaskriv
Tekna teg til okkara tíðindaskriv og ver tann fyrsti ið hoyrur um nýggjar vørur, tilboð og annað gott



