Greinakvørn við 420 cc Loncin motori

Kraftig greinakvørn við 4-takt 420 cc Loncin motori, sum gevur 9 kW. Greinakvørnin hevur bæði el-start og snórastart, útkastrør sum kann snarast, og dráttarstong. Tú kemst lætt og skjótt ígjøgnum rúgvuna av greinum, tí greinakvørnin tekur greinar upp til 120 mm, hevur breiða inntakstrekt (490 x 443 mm) og knívtrumlu við tveimum knívum og føstum mótknívi. Tað gevur javna og góða flís, og við útkastrørinum kanst tú knúsa beint niður í t.d. trailaran ella kompostílatið.

Hóast greinakvørnin vigar 177 kg, er hon løtt at flyta við teimum báðum stóru luftgummihjólunum og dráttarstongini, sum kann festast á t.d. garðtraktorin ella ATV’ina. Motorurin hevur oljualarm, sum sjálvvirkandi steðgar motorinum, um oljustøðan verður ov lág, ella um maskinan stendur ov skeivt. Set tí altíð greinakvørnina á flatt og støðugt undirlag, tá ið hon verður nýtt. Verður latin ósamansett.

Gev gætur: Mint teg at fylla olju á, áðrenn tú byrjar! Maskinan verður latin uttan olju.

Upplýsingar

  • Motorur: 4-takt, 420 cc Loncin
  • Motororka: 9 kW
  • Snúningsferð, motorur: 3.600 rpm
  • Snúningsferð, knívtrumla: 2.400 rpm
  • Starting: snórastartur og el-startur
  • Brennievni: bensin
  • Tangi: 6,5 litrar
  • Oljuslag: 10W-30 ella SAE30
  • Oljunøgd: 1,1 litur
  • Mest tvørmát á viði: 120 mm
  • Knívar: 2 knívar + 1 mótknívur
  • Reimar: 2 stk., 17x1346LI
  • Hjól: 16×8.0-7
  • Ljóðtrýst: 96 dB(A)
  • Ljóðorka: 116 dB(A)
  • Mál (uttan dráttarstong): L 2.560 x B 890 x H 1.480 mm
  • Vekt: 177 kg

14.019,00 kr.

Send fyrispurning

Líknandi vørur

Melda til tíðindaskriv

Tekna teg til okkara tíðindaskriv og ver tann fyrsti ið hoyrur um nýggjar vørur, tilboð og annað gott

Kurvin