Honda generatorur EG5500CL, 5,5 kW, 1-fasa

Sterkur og álítandi bensingeneratorur frá Honda, model EG5500CL við 4-takta Honda GX390 motori. Generatorurin gevur í mesta lagi 5,5 kW og 5 kW í samanhangandi rakstri. Hann hevur D-AVR (Digital Auto Voltage Regulator), sum stýrir streyminum elektroniskt og tryggjar, at streymurin er reinur og javnur. Tí kanst tú uttan trupulleikar tengja eisini fínari og viðkvæm amboð at honum.

EG5500CL hevur ein stóran 24 litra tanga, sum gevur streym í 8 tímar í senn við samanhangandi rakstri – so tú kanst arbeiða ein heilan dag uttan at fylla á. Motorurin er Honda GX390 4-takta við lítlari brennievnisnýtslu og elektroniskari tendring við togstarti. Við 2 Schuko stikkontaktum, oljuávaring og sterkari ramu, sum verjir verkið. Brúkar 1,1 litur av 4-takta olju.

Hóskar til elamboð sum stikksag, slagborimaskinu, betongblandara, borðsag, vinkulslípara, rundsag, brótihamar o.a.

Tøkniligar upplýsingar

  • Model: Honda EG5500CL
  • Frekvensur: 50 Hz
  • Spenningur: 230V
  • Streymur í samanhangandi rakstri: 21,7 A
  • Mest orka: 5,5 kW
  • Orka í samanhangandi rakstri: 5 kW
  • Stikkontaktir: 2 stk. 230V, Schuko
  • Tangi: 24 litrar
  • Rakstrartíð: 8 tímar
  • Nýtsla: 2,95 litrar/tíman
  • Motorolja: 1,1 litur
  • Ljóðstig: 97 dB(A)
  • Motorur: Honda GX390, 11,7 HK, 4-takta, 1 cylindur, 389 cc, luftkøldur
  • Snúningsferð: 3.000 umf./min.
  • Tendring: Elektronisk, togstartur
  • Stødd: L68,1 x B53 x H57,1 cm
  • Vekt: 82,5 kg

28.749,00 kr.

Send fyrispurning

Líknandi vørur

Melda til tíðindaskriv

Tekna teg til okkara tíðindaskriv og ver tann fyrsti ið hoyrur um nýggjar vørur, tilboð og annað gott

Kurvin