Honda vatnpumpa WT40, 4″ – 7,1 kW
Honda WT40 er sterkasta lensipumpan hjá Honda, og hon klárar stórar vatnnøgdir undir ringastu umstøðum. Við 98.400 litrum um tíman kanst tú skjótt tøma kjallarar og svimjihyljar, leiða vatn burtur frá á, bø og haga, ella pumpa grunnvatn burtur frá byggiplássinum. Pumpan hevur ein 337 cc 4-takta luftkøldan Honda-motor (GX340K1), sum gevur heili 7,1 kW. WT-røðin er serliga gjørd til stórar nøgdir av skitnum vatni og sleppir føstum pørtum sum grúsi, greinum og steinum upp í Ø26–31 mm ígjøgnum, uttan at pumpan stíflast ella tekur skaða. Pumpan hevur eitt eftirlitslok, so tú skjótt kanst reinsa skarn burtur. Pumpuhús og pumpuhjól eru í stoypijarni, og hon hevur innbygda oljuávaring og togstart. Tann besta vatnpumpan frá Honda!
Gev gætur: Fyll olju á, áðrenn pumpan verður sett í gongd (1,1 litur – vit mæla til 10W-30).
Fylgir við: 1 sogkurvur, 2 ringmøtrikkir, 2 slangurør, 2 pakningar, 3 spennibond og 1 tendrarnykil.
Tøkniligar upplýsingar
- Motorur: 4-takta bensin, Honda GX340K1
- Motororka: 7,1 kW (9,7 HK), 337 cc
- Vatnnøgd: 98.400 litrar/tíman
- Mest lyftihædd: 26 metrar
- Mest soghædd: 8 metrar
- Tilknýti: 4″ / 100 mm
- Størstu fastu partar: Ø26 mm
- Bensintangi: 6,1 litrar
- Start: Togstartur
- Motorolja: 1,1 litur, 10W-30
- Nýtsla: 2,5 litrar/tíman
- Ljóðorka: 108 dB(A) / ljóðtrýst: 110 dB(A)
- Stødd: L73,5 x B53,5 x H56,5 cm
- Vekt: 78 kg
28.749,00 kr.




































Send fyrispurning
Líknandi vørur
Líknandi vørur
Melda til tíðindaskriv
Tekna teg til okkara tíðindaskriv og ver tann fyrsti ið hoyrur um nýggjar vørur, tilboð og annað gott



