UFO-lampa DOHA High Bay, 100–150–200 W
Nýhugsað UFO-lampa, sum kemur í staðin fyri fleiri ymiskar lampur: Við einum knappi á lampuni velur tú sjálvur, um hon skal vera 100 W, 150 W ella 200 W. Framleiðarin gevur 5 ára trygd á lampurnar.
DOHA High Bay er serliga gjørd til fjós. Hon er ammoniakktætt og góðkend til fjósnýtslu av týska DLG (Deutsche Landwirtschafts-Gesellschaft). Lampan heldur EN60598-2-24 og er tí D-merkt – tín trygd fyri tryggari uppseting.
Lampan er úr lakkeraðum aluminium og hevur Honeycomb UGR-filtur, sum nærum heilt forðar fyri glámlýsi. Hon kemur við sterkum eyga til upphang og 2 metra kaðali. Ljósstyrkin er heili 150 lumen fyri hvørt watt, og lampan er IP65-góðkend (ryk- og sprænitætt – tó ikki móti hátrýstreinsara).
Upplýsingar
- Ljóslitur: 4000K
- Litaendurgeving: Ra >80
- Spjaðingarvinkul: 85°
- Vekt: 3,8 kg
- Ljósstyrki 100 W: 15.000 lumen
- Ljósstyrki 150 W: 22.500 lumen
- Ljósstyrki 200 W: 30.000 lumen
3.289,00 kr.

Send fyrispurning
Líknandi vørur
Líknandi vørur
Melda til tíðindaskriv
Tekna teg til okkara tíðindaskriv og ver tann fyrsti ið hoyrur um nýggjar vørur, tilboð og annað gott



