Senci dieselgeneratorur CF5500S, 5,5 kW, 1-fasa
Stórur 1-fasa dieselgeneratorur við elstarti, model SENCI CF5500S, við luktum kabinetti, sum verður latið upp við einum lúka, so tað er lættari at gera tænastu. Generatorurin hevur 2 stikkontaktir til 230V og 1 til 12V, handfang og hjól, so hann er lættur at flyta, og innbygda oljuávaring og tímateljara. Hann er fyrireikaður til ATS (Automatic Transfer Switch), so hann kann tengjast at elskápinum í húsinum og sjálvvirkandi fara í gongd, tá ið streymurin fer – so hevur tú títt egna neyðstreymsanlegg (ATS-boksin verður keyptur sær). Við fullum tanga kann generatorurin geva streym í 9 tímar.
Gev gætur: Hesin generatorurin er ikki gjørdur til at koyra uttan steðg. Hann eigur í mesta lagi at koyra 24 tímar í senn, og síðan skal hann kólna heilt og eftirkannast (oljustøða o.a.), áðrenn hann verður settur í gongd aftur.
Tøkniligar upplýsingar
- Brennievni: Diesel
- 1-fasa, 230V
- Fyrireikaður til ATS-boks: Ja
- Mest orka: 5,5 kW
- Orka í samanhangandi rakstri: 5 kW
- Trygging: 22 A
- Rakstrartíð: Upp í 9 tímar
- Nýtsla: 2 litrar/tíman
- Tangi: 18 litrar
- Motorur: 4-takta, 456 cc, 8,5 HK
- Motorolja: 1,65 litrar, 10W-30
- Start: Elstartur
- Stikkontaktir: 2 stk. Schuko
- Ljóðstig: 97 dB(A)
- Stødd: L93 x B58 x H69 cm
- Vekt: 161 kg (uttan diesel)
Vøran kemur undir reglurnar um vandamikið gods (ADR, IATA og IMDG).
17.249,00 kr.










Send fyrispurning
Líknandi vørur
Líknandi vørur
Melda til tíðindaskriv
Tekna teg til okkara tíðindaskriv og ver tann fyrsti ið hoyrur um nýggjar vørur, tilboð og annað gott



