SKU: 9067271

Bandit LED ljósband, 30 metrar

Smidligt LED ljósband, 30 metrar, á kaðalrullu – bert at rulla út og hongja upp. Tað gevur sera sterkt arbeiðsljós, 1.000 lumen fyri hvønn metur, í neutralum, køligum ljósliti, sum er serliga gott sum arbeiðsljós á byggiplássum, bæði úti og inni.

Ljósbandið kemur í staðin fyri fleiri vanligar arbeiðslampur, er skjótt at seta upp og fyllir nærum einki. Tað kann vevjast um rørini á einum byggipalli, hongjast í loftið ella á veggin, og kemst inn á trong pláss – t.d. í krúpikjallaran, trappuopið ella undir væðingina.

Kann klippast til í longdum á ein metur. Innbygdur 230 V stikkur við 1,8 m kaðali. IP65-góðkent. Gev gætur: Ljósbandið skal rullast heilt út, áðrenn tú tendrar.

Upplýsingar

  • Ljósstyrki: 1.000 lumen fyri hvønn metur
  • Streymnýtsla: 13 W fyri hvønn metur
  • Litaendurgeving: Ra 80
  • Ljóslitur: 4200K
  • Væntað nýtslutíð: 30.000 tímar
  • Breidd: 18 mm
  • Hædd: 7 mm
  • Longd: 30 metrar
  • Mál, rulla: H 420 x L 320 x B 230 mm
  • Vekt: 6,15 kg

2.169,00 kr.

Send fyrispurning

Líknandi vørur

Melda til tíðindaskriv

Tekna teg til okkara tíðindaskriv og ver tann fyrsti ið hoyrur um nýggjar vørur, tilboð og annað gott

Kurvin