Honda vatnpumpa WB20XT, 2″ – 2,4 kW

Honda vatnpumpa WB20XT við 4-takta bensinmotori (Honda GX120T1), pumpuhúsi og pumpuhjóli í stoypijarni, oljuávaring og togstarti. Ein sterk pumpa við 2,4 kW motori, sum uttan trupulleikar flytur 36.000 litrar av vatni um tíman, og sum kann brúkast til bæði reint og evjut vatn. Pumpan vigar bert 21 kg, so tú kanst flyta hana runt eftir tørvi – hon hóskar væl til bøin, byggiplássið ella kjallarar og hús, har vatnflóð hevur verið. Honda-motorurin gevur stóra álítni, langa livitíð og lítla brennievnisnýtslu, og motorurin er upphongdur í gummi, sum minkar um slit og dempar ristingar við høgari snúningsferð.

Gev gætur: Fyll olju á, áðrenn pumpan verður sett í gongd (0,56 litrar – vit mæla til 10W-30).

Fylgir við: 1 sogkurvur, 2 ringmøtrikkir, 2 slangurør, 2 pakningar, 3 spennibond og 1 tendrarnykil.

Tøkniligar upplýsingar

  • Motorur: 4-takta bensin, Honda GX120T1
  • Motororka: 2,4 kW (3,5 HK), 118 cc
  • Vatnnøgd: 36.000 litrar/tíman
  • Mest lyftihædd: 32 metrar
  • Mest soghædd: 7,5 metrar
  • Tilknýti: 2″ / 50 mm
  • Størstu fastu partar: Ø6 mm
  • Bensintangi: 1,9 litrar
  • Start: Togstartur
  • Motorolja: 0,56 litrar, 10W-30
  • Nýtsla: 1,1 litrar/tíman
  • Ljóðorka: 99 dB(A) / ljóðtrýst: 101 dB(A)
  • Stødd: L45,5 x B36,5 x H42 cm
  • Vekt: 21 kg

7.039,00 kr.

Send fyrispurning

Líknandi vørur

Melda til tíðindaskriv

Tekna teg til okkara tíðindaskriv og ver tann fyrsti ið hoyrur um nýggjar vørur, tilboð og annað gott

Kurvin